2022-09-29 20:45
Tað er tamarhald á eldinum, sum fyrr í kvøld varð fráboðaður í Klaksvík.
Av løgreglustøðini í Havn verður upplýst, at fráboðan kom um eldsbruna í Heygabúðini, sum er ein matvøruhandil á Heygavegi.
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og fekk tamarhald á støðuni. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin var inni í húsunum, tá eldur kom í.
Talan er um lítlan eld, sum skilst í klædninginum ella uppi undir takinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald