Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, er hesa vikuna á ferð í Kina, har hann hevur havt fundir við kinverska Uttanríkisráðið, Handilsmálaráðið og matveruinnflutningsmyndugleikunum GACC.
Fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina, er semja millum londini um at fyrireika neyðugu stigini til at fara undir formligt samskifti um møguleikarnar fyri einum frihandilssáttmála. Tað er niðurstøðan eftir fundir í Beijing millum landsstýrismannin og ráðharraumboð í ávikavist Uttanrikisráðnum, Handilsmálaráðnum og GACC.
Matvøruútflutningurin til Kina er skipaður sambært lista við fiskasløgum, virkjum og skipum, ið hava atgongd til kinverska marknaðin. Kinversku myndugleikarnir eru jaliga sinnaðir at ganga føroyska ynskinum á møti um at fáa marknaðaratgongd fyri fleiri fiskasløg, lýsi og fiskamjøl, umframt at leggja nýggj virki og skip í Føroyum afturat listanum. Í Føroyum varðar Heilsufrøðiliga starvsstovan av listanum, og tók lut á fundinum við matvøruinnflutningsmyndugleikarnar.
“Eftirspurningurin eftir góðum sjómati er alsamt vaksandi í Kina, og vit merkja stóran áhuga fyri føroyskum fiskavørum í Kina. Vit kunnu vera errin av dygdini og arbeiðinum hjá føroyskum framleiðarum, og um professionella arbeiðið hjá okkara heilsufrøðiliga myndugleika við at tryggja eftirlit og váttanir á hægsta altjóða stigi. Vit arbeiða miðvíst við at betra marknaðaratgongdina, og útlit eru fyri framstigum á heilsufrøðiliga økinum. Somuleiðis er nú avtalað, hvussu vit kunnu fara undir at betri handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin vitjar eisini í havnarbýnum Qingdao, har árliga sjógætisframsýningin China Fisheries and Seafood Expo er. Føroysku fyritøkurnar Bakkafrost, Varðin, Pelagos, Rainbow Seafood, Hiddenfjord og Landshandilin luttaka á framsýningini.
Fríggjadagin skipar sendistova Føroya í Kina fyri almenna móttøku. Umframt Høgna Hoydal, landsstýrismann, luttaka m.a. myndugleika- og vinnuumboð úr Føroyum og Kina. Sendistova Føroya í Beijing varð sett á stovn í 2019, og táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, tók stig til at seta sendistovu í Kina á stovn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald