Tá fýra ungir norðurlendskir kokkar 19. oktober í Hørpuni í Reykjavík fara at kappast um hvør skal gerast vinnari av fyrstu útgávuni av Arctic Young Chef, skulu teir brúka føroyskan tara sum part av forrættinum, sum verður gjørdur.
Kanska tað verður ein fyrimunur hjá føroyska umboðnum, meksikanska kokkinum á matstovuni Ræst, Sebastian Garsia Jiménez, sum dagliga arbeiðir við tara í sínum virksemi í lítla køkinum í Nýggjustovu í Gongini heima í Havn.
Mótstøðumenninir – teir eru allir menn – hjá Sebastian í finaluni, sum verður hildin í sambandi við stóru Arctic Circle ráðstevnuna í Hørpuni, verður Andres Björgvinsson úr Íslandi, Lars Abelsen úr Grønlandi og Runar Helgeland úr Noregi.
Kokkarnir hava nú fingið at vita hvørjar treytir – hvørjar rávørur – eru settar til rættirnar, sum teir skulu seta saman í finaluni. Talan eru um rávørur úr hvørjum einstøkum av luttakandi londunum, sum skulu vera við.
Úr Føroyum fáa kokkarnir tara, sum skal verða brúktur í forrættinum. “Tari gevur forrættinum ein dám av havinum, gevur ein natúrligan umami-smakk og ein dám av lokalum ‘terroir’”.
Úr Noregi fáa kokkarnir moltuber, sum skulu brúkast í høvuðsrættinum. “Hesi sjáldsomu arktisku berini, virðismett fyri sin søta, men tó beiska smakk, geva høvuðsrættinum ein fruktkendan dám.
Úr Grønlandi fáa kokkarnir grønlendskt øl at brúka í høvuðsrættinum. “Bryggjað við lokalum rávørum, gevur grønlendska bjórið dýbd og lokalan dám vil tínum malttónum.
Úr Íslandi fáa kokkarnir skyr at brúka í eftirrættinum. “Henda íslendska mjólkavøran, sum er kend fyri sín mjúka og súrliga smakk, verður brúktur í eftirrættinum og bjóðar kreativitetinum av”.
Tað er atlantssamstarvið NORA, sum hevur tikið stig til og sum skipar fyri kokkakappingini Arctic Young Chef, sum er fyri kokkar upp til 30 ár, sum liva og virka í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og “Strandanoregi”.
Annars er frammanundan avgjørt, at saltfiskur skal vera í forrættinum, lambshjarta og lambshálsur í høvuðsrættinum og rabarba í eftirrættinum.
(tekstur broyttur - høvuðsingrediensirnir lagdir afturat - kl. 09.48)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald