Fyrradagin var móttøka í Posthúskjallaranum í sambandi við hátíðarhald av fýra starvsdøgum hjá Tannlæknastovuni í kommununi.
Tað vóru Eina Gudmundsen og Sanna A. Djurhuus, sum hildu 25 ára starvsdagar, og Anna Beder og Pavla Mikkelsen, sum kundu hátíðarhalda 10 ára starvsdagar.
Eina varð sett í starv sum tannrøktari á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu 18. november 1997. Eina starvaðist í Tórsgøtu tey fyrstu 20 árini, men seinastu fimm árini hevur hon arbeitt sum tannrøktari á tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt.
Sanna kom í starv sum tannatstøðingur í barnatannrøktini 5. mai 1997.
Anna Beder og Pavla Mikkelsen byrjaðu fyri 10 árum síðani á Tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt, tá kommunan lat Tannrættingarklinikkina upp, eftir at Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni, hevði røkt hesa uppgávuna.
Anna byrjaði 1. oktober 2012 sum tannrøktari á tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt. Anna hevur fyrr arbeitt hjá Bergtóru Hanusardóttir og nógv ár hjá Ortoservice sum ortotannrøktari. Anna hevur eisini eitt tíðarskeið arbeitt sum tannrøktari á privatari tannlæknastovu og hevur tí nógva royndir.
Pavla Syderbø Mikkelsen byrjaði eisini 1. oktober 2012 á tannrættingarklinikkini sum tannatstøðingur. Áðrenn tað, arbeiddi Pavla hjá Bergtóru Hanusardóttir.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen tók ímóti og helt røðu.
- Drúgvar starvsdagar er altíð hugaligt at hátíðarhalda. Tí teir eru tekin um trúføst starvsfólk, sum trívast í sínum starvi, segði borgarstjórin millum annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald