Ein 44 ára gamal maður hevur fingið 30 ára fongsulsrevsing fyri í oktober 2022 at hava roynt at ræna Nancy Pelosi, táverandi forkvinna í amerikanska umboðsmannatinginum og fyri at leypa á mann hennara.
Maðurin, sum varð funnin sekur í november, er kanadiskur ríkisborgari, sum hevur búð í USA í 20 ár.
Undir rættarmálinum viðgekk maðurin, at hann breyt inn í heimið hjá hjúnunum í San Francisco 28. oktober 2022. Hevur var ætlanin at ræna Nancy Pelosi, men hon var ikki inni. Maðurin viðgekk eisini, at hann hevði sligið mann hennara, Paul Pelosi við einum hamara.
Paul Pelosi, sum tá var 82 ár, varð innlagdur í seks dagar við skallabroti. Hann hevur í rættinum greitt frá, at hann síðan álopið m.a. hevur havt høvuðpínu nærum hvønn dag, og at hann hevur trupulleikar við at halda javnvágina.
Endamálið við at bróta inn í húsini hjá Pelosi-hjúnunum og ræna Nancy Pelosi var, sambært 44 ára gamla manninum, at fáa ein enda á "rotinskapinum hjá stjórnini", skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald