placeholder
Innanlands

Fyrstu ferð at hjún eru prestar í føroysku fólkakirkjuni

Ida Lykke Kannuberg tók sunnudagin við sum virkandi sóknarprestur á Eiði – í næstum verður maður hennara innsettur sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi

Ida Lykke Kannuberg (Myndir: Fólkakirkjan / Jensjáku Hansen)

Ida Lykke Kannuberg (Myndir: Fólkakirkjan / Jensjáku Hansen)

2026-08-04 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnudagin var hátíðardagur í Eiðis kirkju, tá ið Ida Lykke Kannuberg tók við sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.

Sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er farin í lestrarfarloyvi í tríggjar mánaðir, og hava kirkjuráðini í hesum sambandi kallað Idu sum virkandi sóknarprest teirra. Ida, sum er av Vestursælandi, varð prestvígd til tænastu í Danmark í 2021 og hevur m.a. starvast sum prestur í Diakonissestiftelsen á Frederiksberg.

Tað er altíð serstakt, tá ið prestar taka við, men í hesum føri var talan um kirkjusøgu. Hetta er nevniliga á fyrsta sinni, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður Idu, Tummas, er nevniliga kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur 16. august í Hvalvíkar kirkju.

Ovi Brim próstur, skipaði hana í embæti.  

Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder