Innanlands

Góðir hundrað metrar eftir

113 metrar eru eftir at bora í Sandoyartunlinum

(Mynd: Estunlar.fo)

(Mynd: Estunlar.fo)

2022-01-17 23:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verður ikki leingi, so er hol ígjøgnum í Sandoyartunlinum. Bara 113 metrar eru eftir at bora av 10.785 metrar langa tunlinum.

47 metrar vórðu boraðir í síðstu viku, og væntað verður at seinasta skotið verður latið av um mánaðarskiftið.

Síðani síðst í november hevur bara verið borað Streymoyarmegin, á Gomlurætt.

Eftir ætlan skal Sandoyartunnilin standa liðugur í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder