Aðalskrivarin í ST, António Guterres verður við á fundi hjá Norðurlandaráðnum 27. oktober. Har fer hann at koma við sínum hugsanum um covid-19-kreppuna. Stjórnarleiðararnir í Norðurlondum vera eisini við á fundinum, ið fer at snúgva seg um farsóttina út frá einum alheims og norðurlendskum sjónarmiði.
Talan er um eitt tiltak, ið verður stroymt á netinum.
Fundurin við António Guterres er partur av ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum. Ráðið verður ikki samlað sum tað plagar ta seinastu vikuna í oktober, orsaka av farsóttini. Í staðin verða ársfundartiltøkini hildin á netinum.
Evnið fyri fundin við ST-aðalskrivaran er covid-19-kreppan og tær avbjóðingarnar, sum farsøttin hevur við sær. Guterres fer at koma við einum uppleggi, og síðan fáa politisku bólkarnir í Norðurlandaráðnum høvi at seta honum spurningar.
- Vit bjóða ST-aðaskrivaranum vælkomnan til fundin hjá Norðurlandaráðnum. Tað verður spennandi at hoyra sjónarmiðini hjá António Guterres til altjóða arbeiðið í stríðnum móti covid-19. Tað er eitt stríð, sum vit ikki kunnu vinna einsamøll, men við felags hjálp og samstarvi, bæði millum Norðurlond og øll heimsins lond. Vit halda, at ST skal ganga á odda og átaka sær leiðandi leiklutin í altjóða kreppum. Norðurlond taka undir við eini heimsskipan, bygd á rættarvald og vit ganga eisini inn fyri einum sterkum ST, sigur íslendska Silja Dögg Gunnarsdóttir, ið er forkvinna ella forseti fyri Norðurlandaráðið í ár.
Høvið at bjóða ST-aðalskrivaranum í Norðurlandaráðið er, at ST hevur 75 ár á baki í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald