Mentan

Hjarnar vikuskiftið í Klaksvík

Nógv verður gjørt burturúr í Klaksvík, nú fólkakæri tónleikabólkurin fer um tey 50 árini

2025-11-07 07:40 Author image
Innsent
placeholder

Tey gera nógv burturúr nú fólkakæri tónleikabólkurin, Hjarnar, fer um tey 50 árini. Í Klaksvík skulu teir hava heiðurskonsert, bæði í kvøld og leygardagin í Varpinum.

Hjarnar hava spælt tónleik í eitt mannaminni, og fleiri hava sungið við til kendu sangirnar hjá teimum, so sum “Alla Nátt” og “Breaking my Heart”.

Hetta vikuskiftið verður eitt veruligt Hjarnar vikuskifti, tí umframt at teir sjálvir fara á pall, so verða tað eisini aðrir kendir føroyskir tónleikarar, ið fara at framføra og tulka gomul Hjarnar løg. Listin av tónleikarum er langur, tí bæði Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Guðrum Sólja Jacobsen, Hans Andrias Jacobsen og Hans Edward Andreasen skulu framføra í Varpinum.

Minnisrit um Hjarnar eisini á gøtuni

Søgan um Hjarnar fevnir víða, hóast vit best kenna Klaksvíkingarnar frá óteljandi framførslum í Føroyum. Men søgan fevnir millum annað eisini um Danmark turné, eitt altjóða gjøgnumbrot á Radio Luxemburg og navnaskifti á bólkinum.

Í samband við stóru heiðurskonsertina er valt at gera eitt minnisrit um bólkin, har partar av søguni eru festar á blað, samstundis sum áhugaverdar myndir, ið ikki hava verið frammi fyrr, frá fyrstu tíðina hjá tónleikabólkinum eisini hava fingið pláss.

Blaðið er 78 síður, og kann keypast í bókahandlunum kring landið.

Hjarnar ØL

Eisini Føroya Bjór hevur spælt við, nú eitt av býarbørnunum hevur rundan føðingardag. Etikettin er gjørd við íblástri frá plátuni, har løgini “Into the Night” og “Breaking my Heart” vóru spæld á. Tað var Archibald Black, ið teknaði mannin, ið prýddi plátuhúsan, og sum við tíðini er vorðin eitt ikon.

Tað eru bert gjørt ein avmarkað nøgd av hesari útgávuni í longu nú kann keypast í sølubúðini hjá Føroya Bjór, og annars í samband við tiltakið í Varpinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder