Innanlands

Ísraelskur sendiharri ynskir tættari samstarv við Føroyar

- Føroyar og Ísrael kunnu samstarva á fleiri økjum, so sum útbúgving og vinnu. Felags fyri londini er, at vit hava dugnaligt fólk á ymiskum økjum. Vit hava heldur ikki stórrakstrar fyrimunir og mugu tí kappast upp á góðsku heldur enn at vera bíligast, sigur ísraelski sendiharrin í Danmark. Í síðstu viku var hann á vitjan í Føroyum

Zvi Tal og Mouritz Mohr umborð á Norðborg (Mynd: Jákup Bech Jensen)

Zvi Tal og Mouritz Mohr umborð á Norðborg (Mynd: Jákup Bech Jensen)

2026-04-15 13:46 Author image
Orð & Myndir: Jákup Bech Jensen
placeholder

Leygardagin vitjaði sendiharri Ísraels í Danmark, Zvi Tal, á Kósini, Varpinum, Íverksetanarhúsinum í Klaksvík og Mest í Havn. Eisini møtti hann Beinir Johannesen, løgmanni, Bárð á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvík.

Á Kósini hevði Jógvan Hansen, sølustjóri, eina framløgu um fyritøkuna og hvussu fiskivinnan hevði ment seg frá smáum bátum til nýggjasta verksmiðjutrolaran Gadus.

Eftir tað varð tosað um menning og framtíðarmøguleikar. Løgmaður, mentamálaráðharrin og borgarstjórin luttóku í orðaskiftinum.

Síðani var farið í Varpið, har Dávur Winther greiddi frá. Umframt at vísa sendiharranum stásiliga bygningin fortaldi Dávur um Páll Sólstein, sum hevur spælt við Jerusalem Symfoniorkestri frá 1992 til 1994.

Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetanarhúsinum greiddi frá teirra vikrsemi og hennara túri til Ísrael, í samband við at sendistovan í Tel Aviv lat upp. Í Ísrael arbeiða næmingar í fólkaskúlanum við íverksetan. Tí var sendiharrin áhugaður í at hoyra um SkúlaFM, sum er árliga íverksetarakappingin fyri næmingar í framhaldsdeild, sum Íverksetarahúsið skipar fyri.

Endamálið við hesi kapping er at menna íverksetarahugsan og skapandi evni hjá næmingum. Bólkurin Sjógló úr Eysturskúlanum vann kappingina í ár. Tey fara til Danmark at kappast í næstu viku.

Á Mest í Havn hevði stjórin, Mouritz Mohr, eina framløgu og Eiler Jacobsen, nevndarlimur, greiddi frá fyritøkuni. Sendiharrin slapp at síggja skipasmiðuna og ein túr umborð á pelagiska trolaran Norðborg, sum skal skifta alla verksmiðjuna. Tað er Mest, sum stendur fyri hesum arbeiðinum.

Sendiharrin var sera fegin um vitjanirnar og lovaði at arbeiða fyri tættari samstarv millum Ísrael og Føroyar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder