Innanlands

Anna Falkenberg er nú løgtingskvinna

Roknað hevur verið við, at hon fór at siga løgtingssessin frá sær, men tað hevur hon so ikki gjørt enn. Sjey varafólk tóku sæti á tingi í dag

Anna Falkenberg í løgtinginum í dag - til høgru Hermann R. Samuelsen, triðja varafólk hjá Sambandsflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Anna Falkenberg í løgtinginum í dag - til høgru Hermann R. Samuelsen, triðja varafólk hjá Sambandsflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-13 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjey valevni afturat kunnu nú kalla seg tingfólk, hóast tey ikki vórðu millum tey valdu á valkvøldinum.

Talan eru um tey fólkini, sum nú koma á ting ístaðin fyri tey, sum nú eru vald í landsstýrið.

Tað mest óvæntaða í hesum sambandi var helst tað, at Anna Falkenberg, fólkatingskvinna og næstforkvinna í Sambandsflokkinum tók sæti á tingi.

Ikki tí, sambært valúrslitinum er hon annað varafólk á løgtingi, men roknað verður við at hon fer at siga henda sess frá sær og geva pláss til triðja varafólkið, Hermann R. Samuelsen úr Klaksvík.

Men tað hevur hon ikki gjørt enn, og sostatt er Anna Falkenberg nú løgtingskvinna, í hvussu so er í eina viku, tí næsti tingfundur, tá løgtingsnevndir og annað skulu veljast, er komandi mánadagi.

Hini varafólkinum, sum tóku sæti á løgtingi í dag eru hesi:

Fyri Fólkaflokkin: Fía Selma Nielsen, Astrið Breckmann og Kristian Krog Hentze.

Fyri Sambandsflokkin: Magni Højgaard

Fyri Javnaðarflokkin: Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder