Innanlands

J&K Petersen lægsta boð upp á Fámjinstunnilin

Eftir ætlan skal tunnilin verða liðugur á sumri 2024. J&K Petersen metir seg klára at gera tunnilin fyri góðar 155 milliónir krónur

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2021-12-16 16:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lisitatión hevur verið á Landsverk í dag í sambandi við nýggja Fámjinstunnilin, sum eftir ætlan skal vera liðugur á sumri 2024.

J&K Petersen átti lægsta tilboðið millum tey trý innkomnu, og metir seg klára at gera tunnilin fyri 155,4 milliónir krónur.

[object Object]

Tilboðið frá Articon var eina góða millión dýrari, 157,6 milliónir krónur meðan MT Højgaard var dýrast við 218,7 milliónum krónum.

Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini. Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið, sigur stovnurin.

Nýggja farleiðin til Fámjin verður 2,6 km samanlagt. Tunnilin verður umleið 1,2 km langur og 8,5 m breiður. Harumframt skulu umleið 1,0 km av vegi gerast Ørðavíkarvegin, og umleið 400 m av vegi skulu gerast Fámjinsmegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder