Innanlands

Helsingforssáttmálin skal broytast

Norðurlendsku stjórnirnar hava nú fingið til uppgávu at koma við einum uppskoti, sum skal tryggja eitt nú Føroyum sjálvstøðugan

Johan Dahl og norska Kathrine Kleveland fegnast um avgerðina í Norðurlandaráðnum í dag (Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org)

Johan Dahl og norska Kathrine Kleveland fegnast um avgerðina í Norðurlandaráðnum í dag (Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org)

2024-10-31 11:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlandaráðið heitir nú á norðurlendsku stjórnirnar um at dagføra Helsingforssáttmálan. Mett verður, at tað er neyðugt fyri at tryggja, at norrøna samstarvið kann menna seg í tráð við tíðina og spegla menningina, sum norðurlendsku londini fara í gjøgnum í løtuni.

Soleiðis ljóða tíðindini frá 76. ársfundinum í Norðurlandaráðnum, sum hesa vikuna verður hildin í Hørpu í Reykjavík.

Samtyktin í ráðnum merkir, at Helsingforssáttmálin nú verður sendur til viðgerðar í limalondunum, og at stjórnirnar umvegis ráðharraráðið koma við einum felags svari til Norðurlandaráðið, skrivar norden.org.

- Norðurlendska samstarvið hevur brúk fyri eini “grundlóg”, sum er í tráð við tíðina og speglar samvelagið, sum vit liva í. Vit halda, at tað er avgerandi fyri framhaldandi dynamikki í norrøna samstarvinum, sigur Bryndis Haraldsdóttir, forseti fyri Norðurlandaráðið

Falkenberg og Eidesgaard takkaðu dønum

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum avgjørdi í juni í 2023 at seta niður ein arbeiðsbólk við umboðum fyri øll átta norðurlendsku tjóðartingini, teir fimm politisku bólkarnar í ráðnum og Norðurlendska Ungdómsráðnum.

Johan Dahl úr Sambandsflokkurin hevur umboðað Løgtingið í hesum arbeiðsbólki.

Anna Falkenberg, eisini úr Sambandsflokkinum, hevur umboðað danska fólkatingið í arbeiðsbólkinum hesa seinastu tíðina. Hon nýtti høvið í stuttari røðu í Norðurlandaráðnum í dag at takka donsku sendinevndini fyri gott samstarv og stuðul.

Eisini Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi bar eina tøkk til danska vælviljan móti føroyska ynskinum um sjálvstøðugan limaskap, hóast uppskotið sum nú lá á borðinum ikki heilt er í tráð við føroyska viljan.

- Nú er nóg mikið tosa og nú er nóg mikið súltað. Vit hava søkt um limaskap síðan 1994, fleiri ferðir; vit hava banka upp á í nógv ár, mest fyri deyvum oyrum. Uppskotið er ikki optimalt, men tað er eitt framstig, haldi eg – tað er vón í tekstunum. Nú er at vóna at ráharrarnir, ið skulu bera málið víðari fara at taka okkum í álvara og fara at tryggja okkum fullan limaskap, segði Erling Eidesgaard millum annað, og legði afturat:

- Tað er av týdningi at siga í hesum samanhangi, at Danmark hevur stuðla okkum – og stuðlað okkum 100 prosent – í okkara ynski um fullan limaskap. So kæru vinir, latið okkum nú sleppa inn í hitan har, sum vit so brennandi ynskja at vera, á jøvnum føti við hini. Tí, sum stjórnarleiðari okkara segði í fyrradagin: Antin eru vit heilt við, ella eru vit als ikki við.

Stjórnarnevnd setast at orða uppskot

Við støði í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum, mælir Norðurlandaráðið nú til, at ein stjórnarnevnd verður sett at gera eitt ítøkiligt uppskot til eina dagføring av Helsingforssáttmálanum. Í tilmælinum er uppskot til nýggj evni, sum arbeiðsbólkurin heldur skulu vera við í sáttmálanum, og um hvørji økir skulu dagførast.

Tíðindaskrivið frá norden.org nevnir ikki beinleiðis, at limaskapurin hjá teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum, tað eru Grønland, Føroyar og Áland, skal takast upp til nýggja viðgerð, og at Norðurlandaráðið frameftir skal vera ein felagsskapur við átta londum og ikki fimm umframt trimum sjálvstýrandi økjum.

Uppskotið varpar eisini ljós á tørvin fyri eini greiðari orðing av leiklutinum hjá londunum í mun til norðurlendsku virðini og sjónarmiðini í ES og EBS. Samstundis verður lagt upp til meira bindandi orðingar um samstarv tá nýggjar reglugerðir verða settar í verk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder