
Um tú vilt vera eigari av einari kirkju ella bygningi, sum hevur verið brúktur sum tað, er at liggja framvið.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum kemur í næstu á sølulistan hjá Skyn. Hesum boðar húsameklarin frá á Facebook, og roynir at freista við fleiri myndum.
Talan er um tveir matrikklar, og ognirnar verða í útgangsstøði seldar í einum. Á øðrum matrikklinum stendur sjálv kirkjan ella samkomuhúsið, og á hinum er eitt óbygt grundøki.
Prísuppskotið er sjey milliónir krónur.
Í næstum verður farið undir at byggja nýggja kirkju á Argjum. Málið um nýggju kirkjuna hevur elvt til nógv kjak, men herfyri gav Tórshavnar býráð endaligt loyvi at byggja kirkjuna við Sandá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald