Kokkurin: Jupiter er eitt sera gott arbeiðspláss

Jupiter fór avstað seinnapartin. Kokkurin umborð trívist væl umborð, og hevði bakað nøkur breyð niðurfyri. Ofta rullar illa, har teir fiska, og tí bakar hann niðurfyri

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-02-18 19:31 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit fara avstað seinnapartin og leiðin gongur vestur um Írland, har vit skulu fiska svartkjaft. Har er ofta keðiligt veður og høg alda, men tað er har, svartkjafturin er hesa tíðina, so vit hava ikki nógv í at velja.

Tað sigur kokkurin á Jupiter, Ingálvur Johannesen.

- Jupiter er eitt sera gott arbeiðspláss. Manningin er bæði fitt og dugnalig, og so hevur tað gingið rímiliga væl við fiskiskapinum. Ja, eg trívist væl umborð her, og nú geri eg klárt, til vit fara avstað. Eg havi bakað nøkur breyð í morgun, tí tað rullar ofta so illa, har vit fiska, at eg baki niðurfyri, sigur Ingálvur.

Tíð var bæði til prát og Guds orð og bøn.

Meðan vit prátaðu í gallini, komu Jonhard og Martin umborð, og kokkurin helt, at teir eisini skuldu spæla uppá eina mynd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder