Innanlands

Kongur 58 ár í dag

Fyrrapartin var kongur á svalanum á Amalienborg saman við Mary drotning og yngstu børnunum

(Myndir: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

(Myndir: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

2026-05-26 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríðrikur kongur fyllir í dag 58 ár, og fyrrapartin trein hann, saman við Mary drotning og 15 áru gomlu tvíburunum, Vincent prinsi og Josephine prinsessu út á svalan í Frederik VIII's palæ á Amalienborg.

Fólk í hópatali vóru møtt upp at ynskja kongi til lukku.

Kongshúsið hevði frammanundan boðað frá, at "limir í kongafamiljuni" fóru at vísa seg á svalanum klokkan 12 danska tíð.

Tey bæði elstu børnini hjá kongi, Christian krúnprinsur og Isabella prinsessa vóru ikki  til staðar, og tað var mamma kong, Margreta drotning, sum í gjár varð innløgd, heldur ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder