Fríðrikur kongur fyllir í dag 58 ár, og fyrrapartin trein hann, saman við Mary drotning og 15 áru gomlu tvíburunum, Vincent prinsi og Josephine prinsessu út á svalan í Frederik VIII's palæ á Amalienborg.
Fólk í hópatali vóru møtt upp at ynskja kongi til lukku.
Kongshúsið hevði frammanundan boðað frá, at "limir í kongafamiljuni" fóru at vísa seg á svalanum klokkan 12 danska tíð.
Tey bæði elstu børnini hjá kongi, Christian krúnprinsur og Isabella prinsessa vóru ikki til staðar, og tað var mamma kong, Margreta drotning, sum í gjár varð innløgd, heldur ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald