Síðan løgmaður setti samfelagið upp í ferð aftur fyri góðum mánað síðani, er ferðslan spakuliga vaksin aftur, men tað var ikki fyrr enn í síðstu viku, at verulig ferð kom á. Hetta vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki.
Um grækarismessutíð í ár var føroyska samfelagið sett niður í ferð fyri at forða koronusmittuni í at spjaða seg. Heitt var á allar føroyingar um í størst møguligan mun at halda seg heima við hús og eisini arbeiða heimanífrá, um tað á nakran hátt bar til. Skúlar og dagstovnar sendu samstundis børn og ung heim at verða.
Hetta sást aftur á landsvegunum, har talið av persónbilum minkaði niður í nærum eina helvt í mun til, hvat tað vanliga er. Tað vístu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki frá ymiskum útvaldum ferðsluteljarum kring landið.
Fyri góðum mánaði síðani var ferð varisliga sett á aftur samfelagshjólini, og enn eina ferð sæst broytingin aftur í ferðsluteljingunum hjá Landsverki, sum vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum 3. februar til 24. mai, og sum vísa ferðsluna frá mánadegi til fríggjadag á útvaldum landsvegateinum.
Tað var í endanum av mars, at persónbilaferðslan á landsvegunum minkaði við heili 45 prosentum, og ikki fyrr enn í síðstu viku var ferðslan komin á sama støði aftur, sum áðrenn koronutiltøkini vórðu sett í verk.
Tað er serliga persónbilaferðslan á høvuðsfarleiðum, sum fram við Sundi og við Áir, ið nú er við at verða tann sama aftur. Ferðslutelingarnar fyri Leitisrætt í Vágum, sum er ferðslan til og av flogvøllinum, vísa hinvegin, at ferðslan har ikki er komin upp aftur á sama støði enn. Flogferðslan til og úr Føroyum er framvegis avmarkað, og hetta sæst týðiliga aftur í ferðsluni til og av fløgvøllinum.
Samanborið við persónbilaferðsluna hevur lastbilaferðslan ikki verið so nógv merkt av koronutiltøkunum. Talið á lastbilum fram við Sundi var nærum óbroytt alt tíðarskeiðið, og tað má sigast at vera eitt gott tekin um, at hóast nógv fólk vóru heima, hevur kortini verið gongd í nógvum virksemi hesa tíðina.
Niðanfyri síggjast ferðsluteljingar frá útvaldum støðum í landinum í tíðarskeiðnum 03. februar - 24. mai 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald