2024-12-25 18:08
Tað verður ikki beinleiðis boðað frá illveðri, men út móti midnátti verður væl meira vindur í nógvum støðum.
Millum annað í høvuðsstaðnum kann roknast við nógvum vindi - upp móti 20 m/s í miðalvindferð í løtum í nátt.
Tað verður helst eisini støðugt rímiliga nógvur vindur 2. jóladag.
Almenn ferðsla er ikki nógv av 1. jóladag, men Strandferðslan hevur broytt og avlýst túrar á Suðuroyarleiðini og Hestleiðini. Tað er óvist, um veðrið fær nakað ávirkan á slíkt í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald