Fyri beint undir einari viku síðani, seinnapartin hósdagin 19. desember, koppaði Polarstjørnan, tá línuskipið skuldi takast upp á á Klaksvíkar sleipistøð.
Vognurin fór av sporinum og tíbetur var eingin mansskaði. Eftir at kavarar hava kannað málið er eisini staðfest, at línuskipið frá 1970 ongan skaða hevur fingið av hendingini.
Hetta upplýsti Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, fyri Kringvarpinum jólaaftan.
Um kvøldið 19. desember segði hann, at Polarstjørnan neyvan fór at koma á rættkjøl aftur áðrenn vikuskifti
- Í dagljósinum fara vit at hyggja betur eftir og taka nakrar støður. Útrokningar skulu gerast, so vit kunnu syrgja fyri, at tað sum verður gjørt, er so trygt sum møguligt.
Sí eisini: Kemur neyvan á rættkjøl aftur í dag
Nú sigur Frimodt Rasmussen, at ætlan er gjørd um, hvussu skipið kann fáast á rættan kjøl aftur. Hendan ætlanin er løgd fyri fyri tryggingini og fyri reiðarínum hjá Polarstjørnuni.
Um hendan verður góðkend, byrjar byrjar arbeiðið við at fáa Polarstjørnuna upp aftur fyrst í 2025, staðfestir KVF.
Soleiðis liggur Polarstjørnan framvegis (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald