
Leo XIV pávi er í dag byrjaður í starvi sínum sum ovasti fyri katólsku kirkjuna. Hetta hendi við eini vígslumessu í Pæturskirkjuni í Rom.
Yvir 250.000 pílagrímar, kongalig og fleiri av heimsins leiðarum vóru við til almennu vígslumessuna, skrivar Ritzau.
Millum gestirnar eru amerikanski varaforsetin, J.D. Vance. ukrainski forsetin, Volomydyr Zelenskyj, kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, og nógv onnur.
Á myndum frá hátíðarhaldinum sást, at Zelensky heilsaði upp á J.D.Vance og konu hansara, Usha Vance.
Vatikanið upplýsti eisini fyrr í dag, at pávin seinni fer at hava ein privatan fund við ukrainska forsetan um støðuna í Ukraina, skrivar Reuters.
Pávin kom til vígslumessuna í serliga pávabilinum og heilsaði upp á fólkamongdina á Pætursplássinum.
Tað er eisini siðvenja, at pávin síðan gongur inn í Pæturskirkjuna saman við kardinalunum, har hann fær tvær gávur, sum ímynda pávastólin.
Fyrra gávan er ein serligur fiskimannaringur í gulli, ið er uppkallaður eftir halgimenninum Pæturi, sum var tann fyrsti pávin og fiskimaður.
Ringurin ímyndar byrjanina og endan á pávaliga embætinum.
Hin gávan er eitt klæði í lambsull, sum ímyndar leiklut pávans sum hirði.
Yvirtók pávaheitið alment í dag
Leo pávi er føddur í Chicago í USA, og er sostatt fyrsti amerikanski pávi nakrantíð. Hann er 69 ára gamal og borgarliga navn hansara er Robert Francis Prevost.
Hann yvirtekur í dag alment heitið eftir Frans páva, sum doyði 21. apríl.
Tað var 8. mai, at Pæturskirkjan boðaði frá, hvør nýggi pávin er.
Stutt eftir helt Leo pávi eina takkarrøðu, har hann millum annað tosaði um kristnitrúnna sum nakað, ið kann føra fólk saman.
Leo pávi verður hildin at vera meira søkjandi móti miðjuni, enn Frans pávi var, ið annars var mettur at vera ein framtakshugaður, progressivur, pávi.
Í dag tosaði hann í prædiku sínu á messuni um, hvussu tað, sambært honum, framvegis er ov stórur ófriður í heiminum.
- Í okkara tíð er framvegis ov stór ósemja, ov nógv sár orsaka av haturi, harðskapi, fordómum, ótta fyri ymiskleika og búskaparlig mynstur (paradigme), ið gagnnýta jarðarinnar tilfeingi og tillítisgera tey fátækastu, segði pávin, sambært AFP.
Leo pávi hevur fyrr sagt, at hann er ímóti kvinnuligum prestum og at hjúnalagið er “eitt sterkt samband millum mann og kvinnu”.
Hann hevur eisini úttalað seg um fólkaflyting og í hesum sambandi talað ímóti politikkinum hjá Trump-umsitingini í USA.
Leo pávi hevur verið erkabiskupur í Peru og verið prestur í heimbýnum, Chicago. Í 2023 varð hann tilnevndur kardinalur av táverandi Frans páva.
-
Nógv fólk savnað á Pætursplássinum (Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
Millum almennu gestirnar síggjast m.a. Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj og konan, Olena, spanski Felipe VI kongur og Letizia drotning og belgiski Felipe kongur og drotning Matilda (Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
Pávin heilsar upp á amerikanska varaforsetan J.D. Vance og kunu hansara Usha (Mynd: EPA)
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald