Uttanlands

Skúlaskip rendi á Brooklyn brúnna

Tvey fólk umborð meksikanska á skipinum lótu lív og fleiri fingu skaða

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-18 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey fólk lótu lív og fleiri fingu skaða, tá meksikanska skúlaskipið “Cuauctemoc” sigldi inn í Brooklyn Bridge í New York í gjár.

Í gjár varð upplýst, at 19 av teimum 277 fólkunum umborð høvdu fingið skaða, harav støðan hjá tveimum teirra, var álvarslig, upplýsti eitt umboð fyri sjóverjuna fyri AFP tíðindastovuni.

“Cuauhtemoc” hevði ligið við kai á Manhattan. Tá tað legði frá landi, skuldi tað snara í útsynning og sigla til havs. Men í staðin snaraði tað í ein landnyðring og rendi á brúnna, skrivar New York Times.

Videomyndir vísa, at skipið bakkaði, tá tað rakti brúnna. Tað er tí óvist um tamarhald var á skipinum, tá óhappið hendi. Mastrarnar á “Cuauhtemoc” eru 45 metrar høgar, meðan Brooklyn Bridge er 38 metrar yvir havinum. Mastrarnar tóku í brúnna og brotnaðu.

Tað er meksikanski herflotin, sum eigur “Cuauhtemoc”, ið er ein trímastrað bark. Sama slag sum norska “Statsraad Lehmkuhl”, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum. “Cuauhtemoc” varð bygt í 1982.

Skúlaskipið fór úr Alcapulco við meksikanska kyrrahavsstrondina 6. apríl. Tað hevur vitjað í Jamaika, Kuba og Cozumel í Meksiko á veg til New York. Skipið skuldi eftir ætlan luttaka í Tall Ships Races, sum í ár byrjar í Le Havre 6. juli og vitjar í Dunkirk, Aberdeen og Kristiansand áðrenn tað endar í Esbjerg 8. august.

Brooklyn brúgvin, sum bindur Brooklyn við Manhattan varð tikin í brúk í 1883 – hon hevur ikki fingið skaða av samanstoytinum.

Ferðslan um brúnna varð stongd í 40 minuttir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder