Innanlands

Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

Hóast svikaligt maiveður, so var partur av stóru UArctic-ráðstevnuni. fyri tað mesta hildið uttandura - opið hús var eisini Reinsarínum og Perluni

Tórshavnar kommuna stuðlaði almennu reseptiónini í Tórsgøtu í kvøld, har gestirnir á UArctic Congress 2026 fingu mangt gott serføroyskt til góma og oyru (Mynd: setur.fo/Álvur Haraldsen)

Tórshavnar kommuna stuðlaði almennu reseptiónini í Tórsgøtu í kvøld, har gestirnir á UArctic Congress 2026 fingu mangt gott serføroyskt til góma og oyru (Mynd: setur.fo/Álvur Haraldsen)

2026-05-27 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya: Beint eftir nátturðatíð týskvøld var Tórsgøta í miðbýnum í Havn karmur um nógv at tí besta, sum Føroyar hava at bjóða úr kova og instrumentum, tá almenn móttøka var fyri luttakarum á stóru UArctic-ráðstevnuni.

Hóast svikaligt maiveður, so var tiltakið fyri tað mesta hildið uttandura, tó at opið hús eisini var í hugnaliga Reinsarínum og Perluni. Og tað forðaði ongum, tí sera nógvir ráðstevnugestir úr øllum heimsins herðashornum vóru við upp á tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder