Fróðskaparsetur Føroya: Beint eftir nátturðatíð týskvøld var Tórsgøta í miðbýnum í Havn karmur um nógv at tí besta, sum Føroyar hava at bjóða úr kova og instrumentum, tá almenn móttøka var fyri luttakarum á stóru UArctic-ráðstevnuni.
Hóast svikaligt maiveður, so var tiltakið fyri tað mesta hildið uttandura, tó at opið hús eisini var í hugnaliga Reinsarínum og Perluni. Og tað forðaði ongum, tí sera nógvir ráðstevnugestir úr øllum heimsins herðashornum vóru við upp á tað.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
- Lovaði eg ikki tykkum í morgun ein heilt øðrvísi ráðstevnudøgurða, enn tit áður hava roynt?, rópti Magni Mohr, sum fyrr um dagin eisini var pallstjóri í marghøllini Við Tjarnir. - Og passar tað ikki, sum eg lovaði?, spurdi hann aftur fjøldina, sum við lógvabrestum svaraði JÚ!
-
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, nýtti millum annað høvið til at greiða glaðu fjøldini frá "opnum húsum", sum øll í Føroyum kenna so væl
-
Jóan Petur Hentze hevði eina góða heilsan frá høvuðsstaðarkommununi, sum hevur sum ambitión at gera Havnina til ein rættan universitetsbý
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald