Eftir viðgerð í útvið fýra tímar, hevur atkvøðugreiðsla nú verið í pensjónsmálunum.
Fyrst var tað løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn: Sum væntað púra ódramatiskt, og hetta var einmælt samtykt.
Síðani kom málið um sjálvan pensjónsaldurin fyri, og hetta endaði sum tað mesta hevur bent á í dag: Samgongan hevði so tepran meiriluta sum gjørligt og siglir harvið framvegis gjøgnum skerini - og Framsókn fær eftir øllum at døma sítt ynski uppfylt.
Tað endaði 16-15, Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum er burturstaddur í sambandi við Norðurlandaráði og hevði harvið "clearað" við Anniku Olsen úr Tjóðveldi.
Liljan Weihe atkvøddi, sum hon hevði boðað frá, ímóti. Men tað gjørdi eingin annar úr samgonguni: Javnaðarflokkurin stóð saman, hóast stóra mótstøðu frá millum annað verkafólki og hóast innanhýsis óvissur.
Sí eisini: Ingilín um styttu arbeisvikuna: - Trúgvi framvegis uppá at samgongan heldur greiðu avtaluna
Triðja viðgerð í málinum um at hækka pensjónsaldurin verður eftir øllum at døma mikudagin 25. februar ella hósdagin 26. februar.
Nú er viðgerin av málinum um Suðuroyartunnilin farin í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald