Innanlands

Næstan tveir triðingar av veljarunum ímóti at hækka pensjónsaldurin

Tað vísir veljarakanningin, ið Spyr.fo gjørdi fyri FM1 í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-02-23 14:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nærum tveir triðingar av føroysku veljarunum er ímóti at hækka pensjónsaldurin, eins og landsstýrið hevur skotið upp, og sum varð samtykt við teprum meiriluta á løgtingi við aðru viðgerð í dag.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri FM1 í morgun, fingu tey 500 spurdu eisini hendan spurningin: “Tekur tú undir við at hækka pensjónsaldurin, soleiðis sum løgtingið skal atkvøða um?”

Svarið er, at samgongan hevur ein lítlan triðing av veljarunum aftan fyri seg, tí tað vóru 29,4 prosent, sum svaraðu ja.

Hinvegin vóru tað 64 prosent, sum svaraðu nei, meðan 6,6 prosent søgdu seg ikki vita.

Les eisini: Málið um at hækka pensjónsaldurin samtykt við 2. viðgerð

 [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder