Innanlands

Málið um at hækka pensjónsaldurin samtykt við 2. viðgerð

Bert Liljan Weihe úr samgonguni atkvøddi imóti. Harvið ein atkvøða á muni og um einki broytist í vikuni, fer málið endaliga ígjøgnum hósdagin - nú kemur málið um Suðuroyartunnilin á breddan

– Um eg bestemmaði sjálv, so hevði eg kravt at stytta arbeiðsvikan kom fyrst tað. Men tað geri eg ikki, staðfesti Ingilín Didriksen Strøm, sum áður hevur biðið um at ta málið og pensjónsmálið verða samanknýtt (Mynd: Sverri Egholm)

– Um eg bestemmaði sjálv, so hevði eg kravt at stytta arbeiðsvikan kom fyrst tað. Men tað geri eg ikki, staðfesti Ingilín Didriksen Strøm, sum áður hevur biðið um at ta málið og pensjónsmálið verða samanknýtt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-23 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir viðgerð í útvið fýra tímar, hevur atkvøðugreiðsla nú verið í pensjónsmálunum.

Fyrst var tað løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn: Sum væntað púra ódramatiskt, og hetta var einmælt samtykt.

Síðani kom málið um sjálvan pensjónsaldurin fyri, og hetta endaði sum tað mesta hevur bent á í dag: Samgongan hevði so tepran meiriluta sum gjørligt og siglir harvið framvegis gjøgnum skerini - og Framsókn fær eftir øllum at døma sítt ynski uppfylt.

Tað endaði 16-15, Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum er burturstaddur í sambandi við Norðurlandaráði og hevði harvið "clearað" við Anniku Olsen úr Tjóðveldi.

Liljan Weihe atkvøddi, sum hon hevði boðað frá, ímóti. Men tað gjørdi eingin annar úr samgonguni: Javnaðarflokkurin stóð saman, hóast stóra mótstøðu frá millum annað verkafólki og hóast innanhýsis óvissur.

Sí eisini: Ingilín um styttu arbeisvikuna: - Trúgvi framvegis uppá at samgongan heldur greiðu avtaluna

Triðja viðgerð í málinum um at hækka pensjónsaldurin verður eftir øllum at døma mikudagin 25. februar ella hósdagin 26. februar.

Nú er viðgerin av málinum um Suðuroyartunnilin farin í gongd.

Fylg við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder