Uttanlands

Matvørustovnurin hjá ST fær Nobel friðarheiðurslønina

Fær virðislønina fyri sítt stríð móti hungri í heiminum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-09 10:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matvørustovnurin hjá ST, World Food Program, fær friðarheiðursløn Nobel’s í ár.

Tað hevur norska Nobel-nevndin júst kunngjørt í Oslo.

- Friðarheiðursløn Nobel’s 2020 verður givin World Food Program fyri teirra stríð móti hugri, og fyri teirra roynd at betra um viðurskiftini í ófriðarligum økjum. Og fyri at vera ein drívandi megi í royndini at forða fyri, at hungur verður brúktur sum vápn í stríði og ósemju, segði Berit Reis-Andersen,

– Nobels fredspris for 2020 tildeles Verdens matvareprogram (WFP) for deres innsats for å bekjempe sult, for deres bidra til å bedre forholdene i konfliktområder, og for å være en drivende kraft i arbeidet med å forhindre at sult brukes som et våpen i krig og konflikt, sa Reiss-Andersen, forkvinna í norsku Nobel-nevndini.

- Kríggj og ósemjur kunnu elva til hungur, júst sum hungur kann elva til ósemjur og brúk av harðskapi. Vit koma aldri heilt á mál í stríðnum móti hungri so leingi vit hava vápnaðar ósemjur, legði hon afturat, sambært NRK.

Ritzau skrivar, at valið av WFP til friðarheiðurslønarmóttakara kom óvæntað, tí felagsskapurin ikki var millum favorittarnar, í einum ári, har stríðið móti covid-19 er høvuðsevni.

Heldur varð spátt, at heimsheilsustovnurin hjá ST, WHO, hevði størri møguleika fyri at fáa heiðurslønina fyri sítt stríð móti covid-19. Millum aðrar favorittar eru unga svenska umhvørvisstríðskvinnan Greta Thunberg, og forsætisráðkvinnan í Ný Sælandi, Jacinda Ardern. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder