2024-08-30 22:54
Á Viðareiði leggja tey í kvøld seinastu hond á fyrireikingarnar til ársins Norð Festival, sum verður í annaðkvøld.
Longu í kvøld eru nógv fólk komin til bygdina, tí tjóvstartað varð við ymsum framførslum og hugna.
Í morgin verður lagt fyri klokkan 10 og so heldur tað annars fram allan dagin. Stóra navnið, TV-2, spælir klokkan 20. Eisini spæla millum annað Týr, Eyðun, Terji og Kim, og Vágaverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald