Ongantíð fyrr høvdu Føroyar havt so nógv fólk við á einum showcase-festivali av týdningi, sum á The Great Escape í Brighton farna vikuskiftið.
Føroysku nøvnini kláraðu seg væl. Tað var lagt merki til tey, bæði einsæris og sum heild.
- Eg eri satt at siga rættiliga errin av hvat vit kundu megna á ársins The Great Escape. Nú eru vit spendir upp á hvat hetta fer at geva av ringvirkningum upp á sikt, sigur Glenn Larsen, leiðari á føroysku tónleikaútflutningsstovuni, FMX.
Høgt føroyskt støði
Fríði Djurhuus, sum veruliga gjørdi vart við seg í fjør sum partur av Joe & the Shitboys, var eisini við á festivalinum í ár, sum umboð fyri FMX, og sigur soleiðis um upplivingarnar.
- Eg var til eina rúgvu av konsertum, og tað er fantastiskt at síggja, at støðið á teimum føroysku framførslunum var antin líka ella betri enn tað hjá teimum lokalu. Fleiri av teimum, ið vóru til konsertinar, arbeiddu í tónleikaídnaðinum, og tey lótu sera væl at og gjørdu sær tankar um at seta seg í samband við føroysku fólkini. Hetta fer at geva avkast, bæði til tey, sum framførdu, men eisini til føroyskan tónleik sum heild.
- Vit tóku fólk á bóli
Tað var bólkurin Aggrasoppar, sum dróg flest fólk til sína konsert. Tey siga soleiðis um teirra upplivingar:
– Vit í Aggrasoppum høvdu ein fantastiskan túr í Brighton. Onkrar heimasíður høvdu skrivað um okkum, at vit vóru ein av teimum bólkunum, sum mann skuldi koma at síggja, og tað merktu vit onkursvegna, tí áhugin var stórur. Fyrra konsertin var í einum lítlum sali, Waterbear, sum hevði pláss fyri umleið hundrað áskoðarum, og har var mestsum fullsett.
- Komikarar kalla slík støð eina "kill-box", tí umstøðurnar eru intimar og góðar at taka fólk á bóli, og eg haldi, mann kann siga, at vit gjørdu júst tað.
- Carl Jóhan Jensen var til staðar, og skrivar m.a. soleiðis á Facebook: "...tó eg loyvi mær at taka fram tað øgiligu kraftina Aggrasoppar hava á palli…eina sovorðna frumkraft…hon kann fáa grót at syngja og deyð at klappa…
…ella sum íspegilin limraði í tokinum á veg aftur til London…:
Jú, Aggrasoppar av øllum ber
Og eitt ørgrynni av ljóði ger,
Rytmur, orð og fynd
Ein alda djevulskynd,
Ið ógvar mangt pent á síni ferð.
…aggrast, so soppast..."
- Absolutely loved them
Seinna konsertin var á tí stóra uttandura pallinum á pulsæðragøtuni í býnum, Jubilee Street, har nógv vóru møtt upp, og fleiri løgdust eisini afturat so við og við. Vit hugnaðu okkum óført, og tað sást týðiliga á áskoðarunum, at tað gjørdu teir eisini.
Ein bretskur journalistur, Mark Stack, skrivar soleiðis um konsertina: "Yet again the Faroe Islands were strong. Last year it was Joe & The Shitboys bringing something different to the table, this year it was Aggrasoppar. Absolutely loved them." Hann sigur víðari, at the Shitboys skulu taka okkum við á næstu konsertferð í Onglandi, og tað tykist sum, at føroyskur tónleikur hevur fingið gott umdømi í Bretlandi.
Hini føroysku nøvnini, sum vóru við á The Great Escape vóru Marianna Winther, Frum, Jazzygold og Brimheim.
Herundir eru myndir av framførslunum hjá Aggrasoppum, Frum, Jazzygold og Mariannu Winther, sum Jamie MacMillan hevur tikið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald