Innanlands

Myndir: Gróvu fyri stórhøllini í vetrarkalda Hoyvíkshaganum

Fyrrapartin var hakin settur í fyri Føroya Arena, sum væntandi verður liðug um tvey ár, í januar 2025

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-22 13:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 11 fyrrapartin var hátíðarhald úti í óbygdum í Hoyvíkshaganum í økinum, har tað nú verður farið í gongd við at byggja nýggja stórhøll, Føroya Arena.

Talan er um eitt økið við framtíðar innkomuveg til Havnina, eitt øki, ið verður mett at liggja sera sentralt og høgligt fyri, tá tað kemur til at savna fólk úr øllum miðøkinum í Føroyum. 

Ætlanin er, at høllin skal vera klár at taka í brúk í januar 2025. Til hondbóltsdystir verður sitipláss til 2.700 áskoðarar, til konsertir umleið 3.600 sitipláss ella 4.600 standipláss.

Myndirnar tók Jens Kr. Vang


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder