Dalstunnilin læt leygardagin upp fyri almennari ferðslu.
Byrjað varð við rørslutiltaki í Húsavík, har høvi var at ganga, renna og súkkla ígjøgnum tunnilin.
Í dýrdarveðrinum vóru nógv fólk savnað til hátíðarhaldið við tunnilsmunnan í Dali, har Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnu- og samferðslumálum, og Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, hildu røðu. Somuleiðis bar Sigurð Ó. Vang fram heilsan vegna Landsverk. Eftir røðurnar klipti landsstýrismaðurin snórin.
Ein serlig løta á skránni var, tá Sjúrður Nolsøe koyrdi fyrsta bussin við skúlabørnum úr Dali ígjøgnum tunnilin. Sjúrður røkti skúlabarnaflutningin úr Dali í mong ár.
Havnar Hornorkestur spældi til hátíðarhaldið. At enda var hugni í bygdarhúsinum í Dali.
Sí myndir, sum Jens Kristian Vang tók fyri Landsverk:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald