Innanlands

Myndir: Hava savnast um tey kongaligu í Havnini

Talan hevur verið um ein drúgvan dag higartil í høvuðsstaðnum, og veitsludøgurði á Hotel Føroyum við umleið 190 gestum er enn eftir á skránni. Sí allar myndir okkara frá degi 1 á kongsvitjanini

2025-06-11 19:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kongshjúnini komu, saman við yngru prinsessuni, í land á Bursatanga klokkan tíggju.

Har spældi Havnar Hornorkestur, og heilt fitt av fólki stóð fyri teimum. Soleiðis var eisini á trappuni í Vágsbotni nakrar tímar, har Elsa Berg flutti fram røðu um Havnina, og Silvitni sang vakurt tvær ferðir.

Tá komu nakrir dropar niður. Annars hevur veðrið verið fint til kongaliga vitjan í høvuðsstaðnum, hóast tað ikki hevur verið serliga lýtt.

Sí eisini: Kongshjúnuni hava heilsað uppá høg sum lág

Sí eisini: Lisa, Celina og Frida hava handað blómur í dag

Fríðrikur kongur og Mary drotning hava eisini vitjað í Tinganesi, í Løgtinginum og við Tjarnir. Har hava tey heilsa uppá millum annað landsstýrisfólk og landsliðsspælarar í hondbólti.

Seinnapartin var kongur ein túr inni á URD í Hoyvík, meðan drotningin var í Glyvra skúla - í sambandi við "Mary Fonden". Josefina prinsessa tók sær av løttum, og seinastu løtuna hava tey kongaligu løtt til kvøldsins veitsludøgura.

Tað vera umleið 190 gestir til hátíðarligu løtuna á Hotel Føroyum, sum Aksel V. Johannesen er vertur fyri. Løgmaður hevur verið við allan dagin.

Sí myndir frá degnum niðanfyri - Fylg við okkara beinleiðis bloggi, sum koyrir allan dagin, HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder