
Stórfingin móttøka av kongshjúnunum tá Dannebrog legði at bryggju á Eiði stutt fyri klokkan 10 fyrrapartin.
Stór og smá vóru komin at heilsa teimum kongaligu, sum í dag vóru uttan Josephinu prinsessu.
Frá bryggjuni á Eiði var farið til myndastovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir, listafólki, har kongshjúnini eisini fingu eina kærleikskúlu.
Eftir hetta var almenn móttøka á Vaglinum mitt í Eiðisbygd, har tað eisini var stór uppmøting.
Á veg til Hólmahúsið, har skipað verður fyri miðmála, heilsaðu Fríðrikur kongur og Mary drotning uppá nógv fólk løgdu millum annað leiðina framvið túninum hjá Korndalsbýlinum. Har sótu íbúgvar klárir at taka í hondina á kongi og drotningini.
Sí myndir:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald