Innanlands

Myndir: Løgmaður leggur landið stilt

Løgmaður setti stórt sæð somu fyriskipanir í verk, sum danski forsætisráðharrin gjørdi í gjárkvøldið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-12 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóat Føroyar ikki eru hart raktar av corona-virusinum enn, so hevur landsstýrið valt at seta í verk stórt sæð somu fyriskipanir, sum danska stjórnin kunngjørdi í gjárkvøldið.

Hetta ber í høvuðsheitum í sær, at øll undirvísing og ansing steðgar frá mánadegnum at galda, almenn starvsfólk skulu so vítt gjørligt arbeiða heimanífrá og bann verður sett fyri tiltøkum, ið savna yvir 100 fólk. Eisini verður heitt á matstøð, skeinki- og dansistøð um at steingja klokkan 22.

Fyribils verða tiltøkini galdandi í 14 dagar.

Eisini verða serlig tiltøk sett í verk fyri øll starvsfólk, sum arbeiða innan sjúkra- og eldrarøktina. Eitt nú verður noktað teimum at fara uttanlands at ferðast, og avmarkingar verða settar øðrum at fáa atgongd til bygningarnar.

Eitt nú sleppa fólk uttanífrá bert at vitja sjúklingar á sjúkrahúsunum eftir avtalu við starvsfólkið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder