Í kvøld varð bjóðað til hátíðarløtu í ítróttarhøllini á Hálsi. Síðsta skotið skuldi latast av, og tí tað ikki var ráðiligt at so nógv fólk vóru inni í tunlinum, var tiltakið heldur í stóru høllini.
Møguleiki var at fylgja við á stórskíggja, tá seinasta skotið varð latið av.
Myndamaðurin Ólavur Frederiksen var við, tá Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, og Teitur Samuelsen, stóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, lótu síðsta skotið av.
Sostatt eru Streymoyggin og Eysturoyggin knýttar saman, og við árslok í 2020 verður koyrandi.
Sí myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald