2024-09-22 18:21
Seinnapartin varð standmyndin av Andreu Árting avdúkað. Standmyndin stendur í Steinatúni.
Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, býráðslimur, ið avdúkaðu standmyndina.
Í røðu sínari vístu Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Andrea Árting hevur havt týdning fyri allar Føroyar.
Nógv fólk var samankomið, og Havnar Hornorkestur spældi løg hjá Andreu Árting á hátíðarhaldinum.
Sí myndir sum Ólavur Frederiksen tók fyri Tórshavnar kommunu:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald