Innanlands

Myndir: Torbjørn Olsen hevur sniðgivið ársins Kærleikskúlu

Fyrsta eintakið av 16. kærleikskúluni varð handað forkvinnuni fyri Sinnisbata, sum hevur gjørt eitt gott og neyðugt arbeiði

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-26 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ársins kærleikskúla var í dag avdúkað á hátíðarhaldi, sum Dugni skipaði fyri á Listasavni Føroya. Tað er myndlistamaðurin Torbjørn Olsen, sum í ár hevur sniðgivi munnblástu glaskúluna, ið ímyndar kærleika og góðsku.

Hetta var hin sekstanda kærleikskúlan síðan hin fyrsta kom út.

[object Object]

Torbjørn Olsen greiddi sjálvur frá á hátíðarhaldinum í dag, at hann hevur brúkt kvinnuna sum ímynd av kvinnuni. Kvinnan er avmyndað á kúluni, og aftan fyri kvinnuna sæst ein pensilsstrok í gullliti. Listamaðurin sjálvur sigur soleiðis um motivið: “Tað er við kvinnuni, sum við listini – tann ektaða og so tann eftirgjørda”

Tá Dugni avdúkar ársins kærleikskúlu, verður fyrsta eintakið av kúluni altíð latið einum persóni, sum hevur verið ein virðilig fyrimynd fyri tað arbeiði, sum Dugni stendur fyri.

Elkin Klettheyggj, stýriskvinna í Dugna, handaði í hesum sambandi kærleikskúluna til Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata, sum viðurkenning fyri “gott, málrættað og neyðugt arbeiði mongum at frama og øllum samfelagnum at gagni”.

Stýriskvinnan vísti á, at Sinnibati síðan stovnanina í 1982 verið við til at betra korini hjá fólki við skerdum førleika. Felagsskapurin hevur ótroyttiliga arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarligum avbjóðingum, og roynt at avstigmatisera tað at hava eina sálarsjúku.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.

Kærleikskúlan 2024 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá síðst í november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Myndir: Jens Kr. Vang 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder