
Frá 31. juli til 5. august 2025 var Leirvík verið vertur fyri altjóða skótaleguna Brekkulegan - 42 ár eftir at hetta stóra tiltakið var fyrstu ferð.
Fyriskiparar og Eysturkommuna boðar frá, at umleið 500 skótar úr 16 londum luttóku.
Halbjørg Mørch Christiansen var ein av samskiparunum. Hon sigur, at legan sum heild gekk sera væl, hóast eitt kvøld við nógvum regni gav óvæntaðar avbjóðingar:
– Tað gekk sera væl. Vit kunnu sjálvandi ikki garantera veðrið í Føroyum. Eitt kvøld regnaði illa, og tí at vit ikki høvdu fingið røttu tjøldini úr Danmark í tíð, máttu eini 80–100 fólk flyta í ítróttarhøllina á Kambsdali til næsta morgu
– Leirvíkingar hava verið fantastiskir at hjálpa upp á allar mátar, og vit eru sera takksom. Hevði tað ikki verið fyri Eysturkommunu, so hevði søgan verið ein heilt onnur! Kommunan hevur veitt hjálp við øllum frá vatni og el til WC-vognar og bygningar, sigur Halbjørg við eysturkommuna.fo
Brekkulegan gav Leirvík lív og rørslu í summar, og samstarvið millum skótar og lokalsamfelag vísti, hvussu stórt virði felagsskapur og hjálpsemi hava.
Niðanfyri eru myndir frá Halbjørg Mørch Christiansen og Brekkulegan 2025 - fyrst verið á eysturkommuna.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald