Mentan

Nýtt 10-mannafar og grindavísa í Roskilde

Nýggja 10-mannafarið sum Hanus Jensen hevur smíðað á Víkingaskipasavninum í Roskilde verður flotað í morgin

2024-09-18 17:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin hósdagin 19. septembur klokkan 12 verður almenn móttøka í sambandi við, at ein nýggjur føroyskur bátur verður navngivin og flotaður frá bátasmiðjuni hjá Víkingaskipasavninum í Danmark, sum liggur á Vindeboder 12 í Roskilde.

Her hevur Hanus Jensen, føroyskur bátabyggjari úr Skúvoy, starvast í mong ár. Grindavísan verður framførd, og sagt verður frá, hvussu báturin er bygdur. Røður verða hildnar, og báturin verður navngivin og flotaður til siglingartænastuna hjá savninum. Fólk eru vælkomin at vitja og vera við til at feira nýggja bátin, eisini seinni á degnum til klokkan 17.

Hanus Jensen hevur enn einaferð, frá mai til august í ár, smíðað ein snotiligan og sjógóðan føroyskan bát. Hesu ferð eitt 10-mannafar í forngripasavninum í Roskilde í Danmark, gjørdur úr danskari eik, norskari furu, koparseymi, ull frá donskum seyði til at tætna bátin og champagnu-proppum. Bátabyggjarin Pernille Rosendahl og lærlingurin Oscar La Pia hava hjálpt til.

Tveir føroyskir elite-rógvarar, Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen, komu framvið og vitjaðu Hanus, meðan hann smíðaði bát.

Hanus var frá novembur 1976 lærlingur hjá Hjalmari Hátún, sála, sum lærdi hann at smíða føroyskar bátar eftir tí háttinum, sum teir brúktu í Mikladali. Hjalmar Hátún lærdi at smíða bátar í Svínoy hjá Poul Jóhannusi úr Mikladali, sála, sum hevði lært tað hjá pápa sínum, Poul í Nornastovu úr Mikkadali, sála. Hesir lærumeistaranir hava allir smíðað nógvar bátar. Hjalmar Hátún smíðari yvir 100 bátar eftir, at hann varð pensioneraður sum lærari, 67 ára gamalur.

Hjalmar smíðaði sum lærumeistari øðrumegin bátin, og Hanus sum lærlingur hinumegin og hermdi eftir øllum tí, sum Hjalmar gjørdi, heilt uttan tekningar, tó grundað á ávís mát og siðvenju, ið lærumeistararnir hava givið víðari gjøgnum ættarlið. Tilsamans bygdu Hjalmar og Hanus báðir 24 bátar upp á hálvt triðja ár. Hanus hevur síðani smíðað nógvar bátar gjøgnum eitt langt arbeiðslív. Vit minnast Dianu Victoria, sum Hanus smíðaði til Ova Joensen sála úr Nólsoy at rógva úr Føroyum til Keypmannahavnar í 1986. Eisini hevur Hanus í 2019 bygt ein bát til Livar Nysted til at rógva tvørtur um Atlantshav.

Á hátíðardegnum fer Bjarni Sørensen frá siglingarskúlanum at framføra Grindavísuna, áðrenn Hanus fer at siga nøkur orð um nýggja 10-mannafarið og um at smíða føroyskar bátar, sum er ein siðaarvur, ið kann førast heilt aftur til miðju 17. øld. Tveir stjórar á forngripasavninum fara at ynskja gestum vælkomnum og bera fram røðu, Tinna Damgård-Sørensen, stjóri á Víkingaskibsmuseet, og Martin Rodevad Dael, leiðari á bátasmiðjuni. At enda fer Berljót Hátún Madsen, dóttir Hjalmar Hátún, sála, at navngeva henda mergjaða bátin, tá hann verður flotaður á danska fjørðin og síðani fer fyrsta túrin.

Norska veðurtænastan sigur frá góðum veðri hósdagin við sól, 21 hitastigum og 3 metrum um sekundið. Tiltakið er alment.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder