Í gjár var hátíðarhald á Vestaru bryggju, tá Tórshavnar kvøldskúl handaði nýbygdan føroyskan bát til Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðuratlantsbryggjuni, sum hevur keypt bátin frá skúlanum.
Tað er bátabyggjarin Andrass Joensen og næmingar hansara á kvøldskúlanum, sum hava smíðað snotiliga bátin, eitt 5-mannafar, ið ið er gjørteftir tekningum av sokallaða Múlabátinum.
Á hátíðarhaldinum segði Heðin Mortensen, borgarstjóri nøkur orð. Røðan kann lesast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Karin Elsbudóttir helt eisini eina røðu, har hon kallaði føroyska bátin fyri havsins Stradivarius. Les røðuna her
Báturin hevur fingið navnið Elsba.
Eftir hátíðarhaldið á Vestaru bryggju varð Elspa hálað út, navnaskeltið avdúkað og síðan varð hon flotað og signað eftir gomlum siði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald