
Brimið var óvanligt nógva staðni norðan fyri í gjár.
Á Kirkju gekk tað út yvir tveir bilar, sum stóðu nærhendis lendingini , sum eru vrak eftir at verða tiknir í ógvusliga briminum.
Annar bilurin, eitt vrak, ið stóð klárt at burturbeinast, varð tikið í briminum tveittur upp um ein garð og endaði langt niðri í trappuni oman til lendingina.
Eisini í Svínoy var nógv brim. Tað vil siga, at í buktini við Svínoyarbygd var veðrið ikki so galið, og tað hevði nokk verið lendandi um Ritan sigldi henda dagin. Men norðan fyri, við lendingina á Eiðinum, sum verður mest brúkt, var ógvusligt.
Brimið breyt langt niðan á vegin, flutti ein bingjuskúr, sum stóð rættiliga langt uppifrá, og tað sær út til at vera máað undan vegnum eisini.
Stórir klettar eru skolaðir upp á land, vísa myndirnar av Eiðinum, og eisini mátti onkur ljóspeli lúta fyri kreftunum.
-
Lendingin á Kirkju (Mynd: Jógvan Páll Poulsen)
-
(Mynd: Jógvan Páll Poulsen)
-
(Mynd: Jógvan Páll Poulsen)
-
Á Eiðinum í Svínoy (Mynd: Óli Reinert á Geilini)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald