Innanlands

Myndir: Polarstjørnan koppaði á sleipistøðini

Fekk slagsíðu tá hon skuldi koma á sleipistøðina í Klaksvík, sigur Frimodt Rasmussen við Portalin. Eingin fólkaskaði var - nú skal tað kannast nærri

Tað ljóðaði hart, tá Polarstjørnan koppaði um tvey-tíðina. Um tað er eitthvørt við vogninum ella um tað er longur niðri er ov tíðliga at siga, men okkurt gekk so galið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað ljóðaði hart, tá Polarstjørnan koppaði um tvey-tíðina. Um tað er eitthvørt við vogninum ella um tað er longur niðri er ov tíðliga at siga, men okkurt gekk so galið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-19 15:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin skuldi Polarstjørnan á beding. Eitthvørt skuldi gerast við línuskipið frá 1970, men brádliga hoyrdist eitt buldur.

Hetta var um 14-tíðina. Polarstjørnan skuldi takast uppa á støðina, men hon kopppaði.

Frimodt Rasmussen sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at tað helst er talan um slagsíðu. Annars veit man ikki heilt, hvat er hent enn.

- Man er farin í gongd við at finna útav tí. Um tað er eitthvørt við vogninum ella um tað er longur niðri er ov tíðliga at siga, men okkurt gekk so galið.

Stjórin á Klaksvíkar Sleipistøð staðfestir, at eingin persónsskaði stóðst av hendingini.

Hvønn skaða Polarstjørnan hevur fingið er óvist.

Sí myndir sum Jens Kristian Vang tók fyri løtu síðan:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder