Uttanlands

Portugal fær hjálp at sløkkja skógareldar

MYNDIR: Spania sendir fólk og fleiri lond senda eldsløkkingarflogfør til Portugal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-09-19 11:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórir partar av Portugal eru ógvusliga herjaðir av skógareldum í løtuni. Landið fær nú hjálp í stríðnum móti eldslogunum frá grannalondunum Spania og Marokko.

5.000 fólk portisiskum sløkkiliðum hava seinastu dagarnir roynd at sløkkja skógareldarnar, sum serliga hava herjað í Aveiro-landslutinum út móti Atlantshavinum sunnan fyri býin Porto og í grannalandslutinum Viseau, longur inni í landinum.

Nú eru portugisisku sløkkiliðsfólkini útlúgvað, og eldsløkkingarflogførini treingja til viðlíkahald, sigur Duarte Costa, sum stendur á odda fyri civilverjuni hjá portugisisku stjórnini.

Tí er var tað tiltrongd, at Spania nú hevur sent 270 mans úr herinum til Viseau at hjálpa til við sløkkingararbeiðinum har, skrivar Ritzau.

Marokko hevur sent tvey eldsløkkingarflogfør og tvey onnur eru ávegis. Eisini Spania, Italia og Frakland hava send tvey flogfør hvørt. Hetta hendi eftir at Portugal herfyri bað ES um hjálp. 

Myndirnar eru frá EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder