
Fríggjadagin var reisigildi av nýggja dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv.
Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 m2 brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa fýra barnagarðsstovum og fýra vøggustovum –íalt átta stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.
Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 børnum – 60 barnagarðsbørn og 52 vøggustovubørn, skrivar Eysturkommuna.
Bygningurin, sum væntandi verður liðugur í desember, er komin væl áleiðis. Osbjørn Jacobsen Arkitektar hava teknað dagstovnin.
Fleiri myndir síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald