Tað var ein rørdur Joe Biden, sum í gjárkvøldið, lokala tíð, fór a pallin á fyrsta degnum á flokskonventunum hjá demokratunum í Chicago.
Tað var dóttir forsetans, Ashley, sum bjóðaði 81 ára gamla forsetanum, sum fyri knøppum mánaði síðani tók avgerð um ikki sjálvur at stilla uppaftur til forsetavalið í november, upp á pallin.
Frammanundan hevði varaforsetin, og núverandi forsetavalevni hjá flokkinum, Kamala Harris, hildið eina óvæntaða, men stutta røðu, har hon fagnaði og takkaði Biden fyri at hava verið ein “fantastiskur forseti”.
Joe Biden, her saman við dóttrini, Ashley (Mynd: EPA)
Forsetin gjørdist rørdur, tá fjøldin fagnaði honum, og rópti “Vit elska teg, Joe”. Forsetin svaraði aftur: “Eg elski tykkum. Eg elski hetta starvið, men eg elski land mítt hægri”.
Í røðu síni hevði hann eisini fleiri prik til republikanska forsetan til valið 5. november, Donald Trump, sum hann kallaði fyri “ein tapara”.
Biden heitti á amerikanska veljararnar um at “heldur at velja ein ákæra í ovala rúmið enn ein dømdan brotsmann”.
Kamala Harris er fyrrverandi ákæri í Kalifornia, meðan Trump í mai varð dømdur sekur í millum annað at hava falskað skjøl.
Joe Biden tosaði í okkurt um ein tíma, og vendi sær í røðuni beinleiðis til varaforseta sín og forsetavalevnið.
Hann segði eitt nú, at Harris var “tann besta vónin til varðveiðslu av amerikanska fólkaræðinum”, skrivar Ritzau millum annað.
Demokratiska konventið varir í fýra dagar. Eitt av endamálinum við hesum fundinum er, formliga at útnevna Kamala Harris til forsetavalevni fyri demokratiska flokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald