Innanlands

Seks í uppskoti til ársins leiðara

Á Leiðaradegnum fríggjadagin verður Ársins leiðari í almenna og privata geiranum kosin. Nú er greitt, hvørji eru tilnevnd

2026-01-26 18:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leiðaradagurin 2026 verður fríggjadagin, og tá verður greitt hvør verður ársins leiðari. 

Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran hevur nú valt topp 3 Ársins Leiðarar 2026 – bæði innan almenna og privata geiran.

Í dómsnevndini sita Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul, stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum. 

Topp 3 Ársins leiðarar
- Tignarligasti heiður, ið verður latin leiðarum í Føroyum

Almenni geirin – í stavrað eftir fornavni:
Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið
Jóhanna á Tjaldrafløtti, Rótin
Jóngerð M. Nielsen, Vesturvón

Privati geirin– í stavrað eftir fornavni:
Gudny Langgaard, Nema
Kjartan Hansen, Kanjon
Ulla Joensen, Elektron 

Herðaklappið til millumleiðaran
- Hægsti heiður, ið verður latin millumleiðarum í Føroyum

Umframt at kjósa Ársins leiðarar verður Herðaklappið til millumleiðaran eisini latið á degnum. Hetta er ein nýggjur virðismikil heiður, sum skal heiðra leiðarar á millumstigi, ið dagliga skapa úrslit, trivnað og framfýsni í teirra yrki sum millumleiðari. Hetta er aðru ferð, hesin heiður verður latin.

Ársins leiðarar verða kosnir á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum fríggjadagin 30. januar 2026 kl. 13 - 17. 

Beinleiðis stroyming á portal.fo
Herðaklappið til millumleiðaran: 30. januar kl. 15.55
Kjósanin av Ársins Leiðarum: 30. januar kl. 16.40

Aftur í ár er stórur áhugi fyri Leiðaradegnum og plássini fækkast, sigur Synergi, sum skipar fyri tiltakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder