Innanlands

Serliga nógv í Streymoynni

Suðurstreymoy og Norðstreymoy stóðu fyri teimum flestu tilburðunum, tá tað fríggjadagin vóru staðfestir 63 av teimum

Bíðirøðin uttanfyri Vestmanna skúla fríggjadagin, har koronukanningar vóru gjørdar

Bíðirøðin uttanfyri Vestmanna skúla fríggjadagin, har koronukanningar vóru gjørdar

2021-11-28 22:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv fleiri tilburðir vóru staðfestir fríggjadagin enn tað hava verið í longri tíð. 63 tilburðir vóru staðfestir, og tølini fyri leygardagin vóru longu lægri aftur, tá 34 fólk vóru testað positiv.

Men okkurt bendir á, at koronukanningarnar sum kommunurnar í Vestmanna og Kvívík saman við Sjúkrahúsverkinum skipaðu fyri lokalt fríggjadagin hava tænt sínum endamáli.

Í øllum førum vóru tað heilir 20 tilburðir staðfestir í Norðstreymoy fríggjadagin, vísa hagtølini hjá korona.fo. Hetta er hægsta talið á tilburðum í økinum síðani hetta útbrotið byjaði um miðjan oktober.

[object Object](Mynd: Google)

Orsaka av nógvu smittuni í økinum, varð Vestmanna skúli stongdur í vikuni, og letur ikki upp aftur fyrr enn 5. desember.

Eisini vóru 23 tilburðir staðfestir í Suðurstreymoy, sum er tað mesta síðani fyrst í november.

Fleiri hagtøl síggjast á korona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder