Fyri tveimum vikum síðani varð gamla reyðbókin á Vaglinum tikin niður. Træið var deytt, men nú er nýggj reyðbók sett upp.
Nýggja reyðbókin – Fagus sylvetica Atropunicia - er umleið 4-5 metrar høg við rót. Hon er bíløgd frá plantuskúla við serkunnleika í stórum trøum og øðrum trævøkstri.
Rótin sjálv er uml. 80 cm breið og 50 cm høg. Diameturin er 20-25 cm. Røturnar frá trænum fara so líðandi at røkka væl longri. Vanliga verður sagt, at líka so langt krúnan stendur, líka so langt røkka røturnar.
Henda reyðbókin hevur brún bløð á frá í fjør, sum detta av, tá ið nýggju bløðini koma seinni í vár.
Tað eru nøkur ár síðani, at gamla reyðbókin so líðandi fór at missa øll bløðini. Nøkur átøk vórðu gjørd fyri at bjarga trænum. Eitt nú varð gróður tikin upp, mold skift út og roynt var at fáa meira luft til røturnar. Men træið kom ikki fyri seg aftur.
Trø eru livandi og skulu hava luft og vatn og gott pláss til røturnar. Rótklumpurin á gamla trænum var 80 cm frá róthálsinum og upp til yvirflatuna. Og tey kønu fólkini í trævøkstri siga, at hetta hevur ikki givið trænum tær bestu liviumstøðurnar.
Ein reyðbók kann blíva elligomul. Í natúrligum umhvørvi, í skógi og náttúru, kann hon blíva 300 ára gomul.
Tað er Hjálpirót sum hevur staðið fyri arbeiðinum at seta reyðbókina á Vaglinum niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald