Innanlands

Skulu kappast í saltfiski og skrubbu

Fyrsta kokkakapping  í Føroyum verður í Klaksvík á sjómannadegnum í morgin

(Mynd: tsk.fo)

(Mynd: tsk.fo)

2024-08-16 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verður Sjómannadagurin karmur um fyrstu kokkakappingina nakrantíð í Føroyum. Talan er um kappingina Arctic Young Chef, sum NORA – Norrønt Atlantssamstarv – skipar fyri í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag. 

Kappingin byrjar kl. 10.30 leygarmorgunin, tá ið fyrsti kokkurin fer til komfýrin og grýturnar. Fimm ungir kokkar eru við í kappingini, sum er partur av eini størri norðuratlantiskari kapping. Vinnararnir í Íslandi og Grønlandi eru klárir, og um hálvan september verður norski vinnarin funnin.

Stóra finalan verður í Hørpu í Íslandi sum partur av altjóða arktisku ráðstevnuni Arctic Circle Assembly í oktober. Kappingin í Klaksvik er á kokkaskúlanum í Tekniska Skúla í Klaksvik.

Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka staðbundnar stuttfluttar rávørur, herundir summar, ið ikki verða so oftani brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðla sínar ‘haute cuisine’-rættir, soleiðis at hesir eitt nú kunnu gerast heima ella og kantinum, sum gera mat til fleiri, td. skúlar, barnagarðar og annað.

Skrubba og saltfiskur – tari og hvítamai

Til hvørja kapping eru krøv um hvørjar rávørur kokkarnir skulu brúka. Í Føroyum eru meginrávørurnar skrubba og saltfiskur, men umframt tað skulu teir eisini eitt nú brúka tara, hvítamai, hvíta og føroyska dild.

Vinnarin vinnur sær sæti í finaluni í Íslandi í oktober, umframt 10.000 krónur.

Fimm ungir menn skulu kappast

Fimm føroyskir kokkar – allir menn – hava melda seg til kappingina. Teir eru meksikanarin Sebasian Jimenez Garcia (29 ár), kokkur á Ræst, Mogens Højsted (19), kokkur á Hotel Brandan, Gundur Ellingsgaard Petersen (23), kokkur á Fiskastykkinum, Jógvan Winther Poulsen (24), kokkur á The Shrimp í Keypmannahavn og John Eli Kristmundsson (26), kokkur á Landssjúkrahúsinum.

Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari fyri kokkaútbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík, er fyriskipari, og dómarar eru íslendingurin Hinrik Carl Ellertsson og føroyingarnir Petrine Nólsoy Larsen og Jákup Sumberg.

Meir kunning um kappingina og luttakararnar sæst á: www.ayc.fo & Arctic Young Chef á Facebook og Instagram.

Les eisini grein frá mars mánaði: Spennandi altjóða kokkakapping í sambandi við Sjómannadagarnar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder